Blokkurin størri enn skatturin

Blokkurin størri enn skatturin
Grønland fær nógv fleri pengar úr Danmark enn tey, sum búgva í Grønlandi, gjalda í skatti og avgjøldum
Uppskot er longu gjørt um fíggjarlóg fyri Grønland í 2020.
 
10.08.2019 - 15:21

Grønland fær nógv fleri pengar úr Danmark enn tey, sum búgva í Grønlandi, gjalda í skatti og avgjøldum.

Uppskot um fíggjarlóg fyri 2020 er gjørt. 

Sambært tí verður heildarveitingin úr Danmark tríggjar milliardir og 911 milliónir krónur næsta ár.

Landsstýrið fær tríggjar milliardir og 204 milliónir í skatti og avgjøldum.

Munurin er 707 milliónir krónur.

Harafturat hevur landstingið álagt landsstýrinum at biðja Danmark um hjálp til almannamálini í Grønlandi.

Vinningur hóast alt

Í uppskotinum hjá landsstýrinum verða 6,6 milliónir krónur í vinningi í grønlendsku fíggjarlógini næsta ár.

Í Grønlandi er sama gongd sum í Føroyum. Fólkapensjónistarnir gerast fleiri og færri fólk arbeiða.

Færri skulu uppihalda fleiri, rætt og slætt.  

Yvirskipað er endamálið við uppskotinum um fíggjarlóg í Grønlandi í 2020 at fáa fleiri í arbeiði, sleppa av við fløskuhálsarnar í útbúgvingarskipanini og minka sosialu trupulleikarnar.

Okkurt óvanligt uppskot er. Millum annað ætlar landsstýrið at geva kommunum færri pengar, um úrslitini eru ikki nóg góð í fólkaskúlanum.   

Heilsuverkið kostar nógv, eisini í Grønlandi, millum annað viðgerðir í øðrum londum.

Landsstýrið boðar frá, at sum frá líður verður væntandi neyðugt at strika onkrar viðgerðir, men hvørjar, tær eru, sigur landsstýrið tó ikki.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342