Trump vitjar El Paso

Trump vitjar El Paso
Amerikanski forsetin vitjar í dag í El Paso, fýra dagar eftir skottilburðin, ið kravdi 22 lív
Donald Trump, forseti, fer at vitja býin El Paso í Texas í dag, fýra dagar eftir skottilburðin
Mynd: AP  
 
07.08.2019 - 12:07

Donald Trump, forseti, fer at vitja býin El Paso í Texas í dag, fýra dagar eftir skottilburðin, sum kravdi 22 mannalív. Teirra millum vóru sjey meksikanarar.

Tað upplýsir borgarstjórin í El Paso, republikanarin, Dee Margo, sum er viðhaldsmaður hjá Trump.

Trump ringdi til mín og beyð sær til at hjálpa, sigur borgarstjórin.

 >> SÍ EISINI 20 fólk dripin í Texas

Meginparturin av teimum, sum búgva í El Paso, hava latínamerikanskan uppruna, og tey eru ímóti, at forsetin kemur á vitjan. Men Dee Margo verjir ætlanina hjá forsetanum um at koma til El Paso. 

Tað er skylda mín at bjóða honum vælkomnum, sigur borgarstjórin.

Donald Trump hevur sagt, vápn nýtast ikki at hava skyldina av skottilburðunum í seinastuni. 

Tað eru sálarligar líðingar og hatur, sum fáa fólk at skjóta, sigur forsetin.

Hann hevur fordømt skottilburðirnar og sigur, at alnetið, sosialir miðlar og harðskapur í telduspølum eru við at gera støðuna verri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342