- Tíðindi, mentan og ítróttur
Royndarskjóting var ein ávaring
Royndarskjóting var ein ávaring
Venjingin hjá USA og Suðurkorea hóttir diplomatisku samráðingarnar um norðurkoreansku kjarnorkuna, siga norðurkoreansku myndugleikarnir
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/royndarskjoting-nordurkorea.jpg?itok=0HI6mGEC)
07.08.2019 - 09:51
Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, sigur, at rakettirnar, sum Norðurkorea hevur royndarskotið seinastu tíðina, eru ein hóskandi ávaring til USA og Suðurkorea, sum hann tekur til.
USA og Suðurkorea eru farin undir felags hernaðarvenjingar, og samstundis hevur Norðurkorea royndarskotið fýra rakettir.
Norðurkoreansku myndugleikarnir siga, at venjingin hjá USA og Suðurkorea hóttir diplomatisku samráðingarnar um norðurkoreansku kjarnorkuna.
Rakettirnar, sum vórðu royndarskotnar í gjár, bóru umleið 450 kilometrar, og duttu niður í japanska havið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV