- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgreglan: Talan var um eitt álop
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/keypmannahavn_spreinging_06082019.jpg?itok=HU5Y5QFE)
Tað sigur sjefpolitiinspektørurin hjá løgregluni í Keypmannahavn, Jørgen Bergen Skov, sambært danska kringvarpinum, DR.
– Onkur hevur lopið á bygningin við vilja, segði hann á tíðindafundi fyri løtu síðani.
Tvey fólk í bygninginum
Tvey fólk vóru stødd í bygninginum hjá Skattastýrinum, tá spreingingin var um hálvgum tíggju tíðina í gjárkvøldið. Hvørgin fekk skaða.
Løgreglan heldur ikki, at spreingingin varð ætlað nøkrum ávísum. Ein persónur, sum var staddur nærindis bygningum, tá spreingingin var, fór á skaðastovuna við snuddum.
Jørgen Bergen Skov sigur eisini, at enn ber ikki til at siga, hvat elvdi til spreingingina. Spreingingin var uttan fyri inngongdina til Skattastýrið, sigur løgreglan.