- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ilt við at trúgva hitameti
Ilt við at trúgva hitameti
Danska veðurstovan hevur biðið um mátingar frá amerikanarum
07.08.2019 - 17:11
Hitametini, sum vórðu skrásett í Grønlandi í farnu viku, eru somikið stór, at danska veðurstovan hevur spurt amerikanarar, hvørjar mátingar teir gjørdu í somu økjum.
Veðurfrøðingurin John Cappelen hjá DMI sigur við grønlendska kringvarpið, KNR, at eftirsum talan var serliga nógvan hita, so er ynskiligt at fáa fleiri partar at staðfesta teir.
Í Uppernavik var mált 22,6 stig, sum var met, og í Daneborg, norðarliga á eystursíðuni, komu tey upp á 18,8 stig. Summi støð eru hitametini sligin við yvir fýra stigum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV