- Tíðindi, mentan og ítróttur
Handilskríggj sæst aftur á keypsskálunum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/keypsskali-kina.jpg?itok=KRdZS-ss)
Kina er steðgað við at innflyta landbúnaðarvørur úr USA, og amerikanski forsetin skuldsetir Kina fyri at manipulera við gjaldoyranum har. Hetta sæst aftur á keypsskálunum kring knøttin.
Samstundis sum boðini komu um, at Kina gevst at innflyta amerikanska landbúnaðarvørur, avráddi kinesiski miðbankin, at skriva niður virðið á kinesiska gjaldoyranum yuan.
Støðan verið spent í tvey ár
Nú er virði á sjey yuan minni enn ein dollari, og so lágt hevur tað ikki verið í tíggju ár. Sambært AP-tíðindastovuni kann hetta verið tekin um, at Kina brúkar gjaldoyrað sum vápn í handilskrígnum í móti USA.
Tað er amerikanski forsetin sannførdur um, at Kina ger, hevur hann givið til kennar á Twitter. Støðan millum USA og Kina hevur verið spent síðani hann tók við sum forseti í 2017.
Longu í sínum valstríði tá, legði hann Kina undir at manipulera við gjaldoyra sínum soleiðis, at Kina tók seg betri út í samhandlinum landanna millum.