- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ávara ímóti at fara til USA
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/0ada9552872bad5571c0c649f09636e7.png?itok=mXz42V0K)
Myndugleikarnir í Uruguay og Venesuela ávara landsmenn sínar ímóti at fara til USA eftir hópdrápini í USA um vikuskiftið, sum kravdu tilsamans 31 mannalív.
Nógv bendir á, at skottilburðurin í Texas varð fyrst og fremst ætlaður latínameriknarum. 22 fólk doyðu í Texas.
Borgarar í landinum eiga ikki at fara til eitt nú Detroit, Baltimore og Albuquerque, tí teir eru vandamiklir, stendur í einari vegleiðing frá uttanríkisráðnum í Uruguay.
>> SÍ EISINI Skot verða viðgjørd sum yvirgangur
Uttanríkisráðið í Venesuela heitir á sínar landsmenn um at útseta ferðina til USA, tí har valda harðskapur og hatursbrotsgerðir, stendur í kunngerðini frá uttanríkisráðnum.
Tey flestu av teimum, sum doyðu í Texas um vikuskiftið, hava latínamerikansk nøvn.
21 ára gamli maðurin, sum skeyt, hevði lagt eitt manifest á eina heimasíðu. Har stendur, at tilflytingin úr Latínamerika til USA er ein innrás.