Valsendingarnar byrja týskvøldið

bannari
Valsendingarnar byrja týskvøldið
Nú byrja valsendingarnar í Kringvarpinum undan løgtingsvalinum 2019
Í annaðkvøld verður fyrsta formansumfarið undan løgtingsvalinum sent beinleiðis í sjónvarpinum. Myndin er frá formansumfari undan fólkatingsvalinum í juni
 
05.08.2019 - 21:30

Valstríðið í Kringvarpinum undan løgtingsvalinum byrjar nú. Í annaðkvøld klokkan 19:20 verður fyrsta formanskjakið sent beinleiðis í sjónvarpinum.

Um miðjan august byrja valsendingarnar eisini í útvarpinum. Tá verða umboð fyri allar teir politisku flokkarnar hvør sær gestir í útvarpssendingunum, Tingið.

Kringvarpið skipar eisini fyri fýra beinleiðis veljarafundum kring landið. Á Giljanesi 14. august, á Tvøroyri 21. august, í Klaksvík 28. august og í Havn 30. august.

Vertir í útvarpssendingunum verða Brynhild Thomsen og Sólvit Nolsø, í sjónvarpinum Jón Brian Hvidtfeldt og Elin Mirjamsdóttir, og vertir á valfundunum kring landið verða Marjun Dalsgaard og Heini Gaard.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151