- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skot verða viðgjørd sum yvirgangur
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/el_paso_-_texas_0408201_-_ap.jpg?itok=ihw4g2Ez)
Hildið verður, at ein 21 ára gamal hvítur amerikanari skeyt frá hond og drap 20 fólk, og at skotini fyrst og fremst vórðu ætlað latínamerikanarum í USA.
Ákæruvaldið fer at krevja, at gerningsmaðurin verður dømdur deyðarevsing, sigur tíðindastovan hjá Ritzau.
>> SÍ EISINI 20 fólk dripin í Texas
Donald Trump, forseti, sigur, at hatur eigur einki pláss í USA. Tað sigur hann eftir skottilburðirnar í Texas og Ohio um vikuskiftið.
– Hetta má steðgast. Hetta hevur verið í landi okkara í fleiri ár, sigur forsetin.
Donald Trump sigur, at hann hevur tosað við samveldisløgregluna, FBI, William Barr, løgmálaráðharra, og limir í kongressini um, hvat kann gerast til tess at steðga slíkum skottilburðum í framtíðini.