- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dayton-skjóting: Skeyt systir sína
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/dayton-ap.jpg?itok=USNqDOqE)
Gerningsmaðurin í Dayton var 24 ára gamal og løgreglan arbeiðir út frá ástøðinum um, at álopið var neyvt fyrireikað. Gerningsmaðurin var í skottryggum vesti, masku og oyravernd, umframt at hann hevði fleiri patrónmagasin klár.
Millum tey, gerningsmaðurin skeyt og drap, var systir hansara, hon var 22 ára gomul. Hini, sum lótu lív, vóru millum 25 og 57 ár, fýra kvinnur og fimm menn, trý av teimum hvítt og seks litt.
>> SÍ EISINI Enn ein skottilburður í USA
Sambært myndugleikunum gekk bara ein hálvur minuttur frá tí, at gerningsmaðurin byrjaði at skjóta frá hond, til løgreglan hevði skotið hann.
Løgreglan hevur sagt, at tað er enn ov tíðliga at siga nakað um, hví maðurin fór at skjóta frá hond leygardagin, men tey hava tó fingið ábendingar um, at maðurin var sálarliga sjúkur.
251 hópskottilburðir higartil í ár
Ein annar skottilburður var eisini í El Paso í statinum Texas um vikuskiftið. Har skeyt og drap ein maður 20 fólk og særdi 26 onnur fólk, hjá níggju teirra stóð í gjár um lív.
Við teimum báðum skottilburðunum um vikuskiftið hava tilsamans 251 hópskottilburðir verið í ár, sigur felagið Gun Violence Archive, ið skrásetur hópskottilburðir.
Sambært teimum er talan um hópskottilburðir, tá í minsta lagi fýra fólk verða rakt í somu atsókn. Higartil eru 8.774 fólk deyð av skotvápnum í ár.