Hitamet á grønlendska innlandsísinum

Hitamet á grønlendska innlandsísinum
Tað hevur verið metheitt á grønlendska innlandsísinum. Tað boðar danska veðurstovan, DMI, frá
Innlandsísurin bráðnar skjótari enn nakrantíð áður
Mynd: AP  
 
04.08.2019 - 11:30

Hósdagin var fyrra metið sett tá ið veðurstøðin á Summit, sum liggur í 3202 metra hædd, mátaði 2,7 hitastig.

Longu dagin eftir varð metið tikið, tá ið mátitólini hjá donsku veðurstovuni, Danmarks Meteorologiske Institut, mátaðu 4,7 stig.

Veðurlagsgranskarar stúra

Hóast okkum dámar væl hita, so fær metið veðurlagsgranskarar at stúra. Hitin merkir, at ísurin bráðnar skjótari enn nakrantíð áður, skrivar TV2.

Metingar siga, at vanliga bráðna millum tvær og fýra milliardir tons av ísi um dagin. Men í hesum hitanum bráðna millum 10 og 11 milliardir tons av innlandsísi.

Sambært norska veðurlagsgranskaranum Sebastian Mernild, er tað hitabylgjan í Europa, sum eisini merkist í Grønlandi. Hann sigur, at ísurin ikki er bráðnaður so skjótt síðani seinnu helvt av 19. øld. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342