Føroyar vunnu á Bulgaria

Føroyar vunnu á Bulgaria
U-17 landsliðið í hondbólti hjá kvinnum vann í dag 37-20 á Bulgaria
U-17 landsliðið hjá kvinnum hevur vunnið ein dyst og tapt ein í EM-undankapping i Georgia
Mynd: hsf.fo  
 
04.08.2019 - 17:43

Føroyar vóru greitt á odda allan dystin. Hálvleiksstøðan var 18-12 til Føroyar, og sigurin var ongantíð í vanda.

Føroyska U-17 landsliðið luttekur í hesum døgum í EM-undankapping í Georgia.

Føroyar eru í bólki saman við Grikkalandi, Ukraina, Serbia og Bulgaria.

Føroyar taptu fyri 30-26 fyri Serbia í fyrsta dystinum í kappingini. Í morgin klokkan 11 spæla Føroyar ímóti Grikkalandi. 

10 lið eru við í EM-undankappingini, sum endar 11. august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946