20 fólk dripin í Texas

20 fólk dripin í Texas
20 fólk vórðu í gjárkvøldið okkara tíð dripin í einum skottilburði í einari handilsmiðstøð í El Paso í amerikanska statinum Texas
20 fólk vórðu dripin í einum skottilburði í einari handilsmiðstøð í El Paso í Texas í gjár
Mynd: AP  
 
04.08.2019 - 09:33

Tað upplýsti Texas-guvernørurin, Greg Abbott, í nátt okkara tíð á einum beinleiðis tíðindafundi, skrivar tíðindastovan hjá Ritzau.

Ein heilt vanligur leygardagur, tá fólk hugna sær, er blivin til ein av mest blóðigu døgunum í søguni hjá Texas, sigur guvernørurin.

Skottilburðurin í gjár er sostatt tann áttandi ringasti skottilburðurin í nýggjari tíð í USA eftir eina líknandi hending í San Diego í 1984, tá 21 fólk vórðu myrd, skrivar Reuters.

Ein maður handtikin

Løgreglan hevur eyðmerkt og handtikið ein mann, sum er undir illgruna. Talan er um ein 21 ára gamlan mann úr býnum Allen, nærhendis Dallas, sum er umleið 1.100 kilometrar eystan fyri El Paso.

Handtøkan gekk friðarliga seg, og løgreglan lat ikki skot av, tá maðurin varð handtikin, skrivar tíðindastovan Reuters.

Orsøkin til, at maðurin fór at skjóta frá hond í handilsmiðstøðini í El Paso í Texas í gjár, er ikki kend enn.

Sent forsetanum heilsan

Sambært sjónvarpsstøðini CNN kannar løgreglan í løtuni eitt uppslag á netinum, sum varð kunngjørt áðrenn skjótingina í gjár, og sum kanska kann beina løgregluna á svarið. Hildið verður, at 21 ára gamli maðurin skrivaði uppslagið.

Los Angeles Times skrivar, at í uppslagnum eru sjónarmið um, at latínamerikansk innflyting førir við sær eina innrás. Í uppslagnum verður eisini tikið undir við álopunum á moskurnar í Christchurch í Ný Sælandi í mars mánað í ár.

Handtikni maðurin hevur eisini sent amerikanska forsetanum eina heilsan á sosiala miðlinum, Twitter. Maðurin sigur seg taka undir við ætlanunum hjá Donald Trump um, at byggja ein múr fram við meksikanska markinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342