- Tíðindi, mentan og ítróttur
Navalnyj: Eg varð eitraður
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/navalny_zelenka.jpg?itok=xWCEVsBi)
Russiski andstøðuleiðarin, Aleksej Navalnyj, heldur uppá, at hann varð eitraður sunnudagin, tá myndugleikarnir høvdu seg í varðhaldi.
Navalnyj hevur kært málið, sigur advokatur hansara. Sunnudagin varð Navalnyj fluttur á sjúkrahús við onkrum, sum minnir um ovurviðkvæmi, og hann var hovin í andlitinum.
Blóðroyndir vístu einki
Dagin eftir varð hann aftur fluttur í fongslið, har hann skal sita í 30 dagar fyri at hava eggjað til eina ólógliga mótmælisgongu.
Sjúkrahúsið, sum kannaði andstøðuleiðaran, sigur, at blóðroyndir vístu ongar slóðir av eiturevni.
Navalnyj sigur, at hann hevur ongantíð havt trupulleikar av ovurviðkvæmi, og tí hann heldur hann uppá, at hann varð eitraður.