- Tíðindi, mentan og ítróttur
USA útsetur revsitiltøk
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/0ada9552872bad5571c0c649f09636e7.png?itok=mXz42V0K)
Tað upplýsir trygdarráðgevin hjá Donald Trump, forseta, John Bolton. Undantøkini eru longd tríggjar mánaðir.
Fleiri lond samstarva í løtuni við Iran um kjarnorku til sivil endamál. Talan er um fleiri evropeisk lond, Russland og Kina.
Herfyri setti USA tiltøk í verk móti iranska uttanríkisráðharranum, Javad Zarif, sum hevði ein avgerandi leiklut, tá altjóða avtalan um kjarnorkuna í Iran varð gjørd.
Donald Trump tók USA burtur úr avtaluni í fjør
Síðani tá hevur USA aftur sett tiltøk í verk móti londum, ið samstarva við Iran. Eitt nú verða lond, sum keypa olju úr Iran, revsað.
Stúrt verður fyri, at kreppa fer at taka seg upp millum USA og Iran, eftir spentu støðuna í Hormuzsundinum.
USA leggur Iran undir at leypa á oljutangaskip og fyri at hava skotið eina amerikanska dronu niður.