- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sonur Bin Laden dripin í loftálopi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/hamza-bin-laden.png?itok=KlNN43Up)
Hamza Bin Laden, sonur Osama Bin Laden, hevur latið lív í einum loftálopi. Tað siga amerikanskir miðlar við keldum hjá amerikansku fregnartænastuni.
Hamza Bin Laden verður hildin at hava verið eitt av fremstu fólkunum í yvirgangsfelagsskapinum Al Qaeda, eftir at pápi hansara varð dripin av amerikanskum herliði í Pakistan.
Tað er ógreitt, hvør framdi álopið. Amerikanska fregnartænastan hevur í fleiri ár bjóðað fólki pening, sum vistu nakað um Hamza Bin Laden.
Ógreitt nær hann doyði
Sambært keldum, er tað eisini ógreitt, júst nær Hamza Bin Laden er deyður, tó skal amerikanski herinum hava átt ein leiklut í álopinum.
Seinastu ferð, nakað hoyrdist alment frá Hamza Bin Laden, var í 2018, tá Hamza Bin Laden heitti á allar arabar um at gera uppreistur.
Hamza Bin Laden var saudiarabiskur ríkisborgari til í mars í ár, tá ið stjórnin í Saudiarabia tók ríkisborgararættin frá honum.