Andadrátturin kann fyribyrgja heilasjúkum

Andadrátturin kann fyribyrgja heilasjúkum
Tungur og djúpur andadráttur kann fyribyrgja álvarsama heilasjúkur, sum Alzheimer og Parkinson, vísir nýggj gransking í Noregi
Andadráttur hjá tær kann reinsa heilan og harvið hava ávirkan á sjúkur sum Alzheimer og Parkinson, halda granskarar
 
22.07.2019 - 11:16

Andadráttur hjá tær kann reinsa heilan og harvið hava ávirkan á sjúkur sum Alzheimer og Parkinson. Tað halda norskir granskarar seg hava funnið útav, sambært NRK. 

Sambært Vegar Vinje, sum fyrst í juli almannakunngjørdi sína doktararitgerð um evnið, so kann andadrátturin ávirka mønuflotið í heilanum. Møtuflotið er tann veskan, sum annars verjir heilan móti stoytum. 

Reinsar heilan fyri ótørv

Vegar Vinje hevur saman við øðrum funnið útav, at hendan veskan eisini fer inn í sjálvan heilan og reinsar hann fyri ótørv, sum hevur ávirkan á sjúkur sum Alzheimer og Parkinson. 

Ástøðin hjá norsku granskarunum er tískil, at djúpur andadráttur kann hava við sær, at meira ótrøvur verður fluttur úr heilanum. 

Hetta er enn ikki prógvað, staðfestir Vegar Vinje, men ætlanin er at arbeiða víðari við, hvussu heilin reinsar seg sjálvan, fyri møguliga at menna heiligvág móti hesum sjúkum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949