- Tíðindi, mentan og ítróttur
Amerikonsk kolorkuverk lata aftur
Tølini frá amerikanska orku-kunningarstovninum, EIA, fyri apríl vísa, at USA nú kann breggja sær av at hava roynt at framleitt meira el-orku frá varðandi orkukeldum enn frá koli.
Sól, vindur og vatn stóð fyri 23 prosentum av streymframleiðsluni, samanborið við, at 20 prosent av streyminum stavaðu frá koli. Tað skrivar heimasíðan, Verdens Bedste Nyheder.
50 kolorkuverk latin aftur síðani 2017
Síðani 2010 hava amerikanarar stongt 289 kolorkuverk. Tað svarar til 40 prosent av framleiðslumáttinum.
Síðani Donald Trump, forseti tók við í 2017, eru 50 kolorkuverk afturlatin og bara eitt latið upp, hóast forsetin júst nú linkar krøvini til kolorkuframleiðslu, og hóast hann sigur seg "elska kol".
Tøl frá EIA vísa, at kolnýtslan í USA var tann lægsta í 2018 í 39 ár.