- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógvar fráboðanir um skilaleysar yvirhálingar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/ferdsla_0.png?itok=7h-rLsWO)
Nógv fólk hava síðstu dagarnar ringt til løgregluna og boðað frá skilaleysari koyring í óbygdum øki á landsvegunum, í nógvu ferðsluni, sum hevur verið á vegunum í samband við G! festivalin.
Bilførarar hava í nógvu ferðsluni mist tolið, og hava gjørt skilaleysar yvirhálingar í óbygdum øki. Tað er kortini avmarkað - fyri ikki at siga einki - hvat løgreglan víðari kann gera við málini.
– Tá fólk, sum boða okkum frá, ikki hava skrivað niður nummarpláturnar á bilunum, sum yvirhála, kunnu vit sum so ikki gera meira við málini, sigur vakthavandi á politistøðini.
Tí kann eingin av bilførarunum, sum løgreglan hevur fingið fráboðan um teir seinastu dagarnar, revsast fyri skilaleysa koyring.