- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsverk vil hava fleiri at súkkla i Føroyum

Meira eigur at verða súkklað í Føroyum, heldur Landsverk.
Stovnurin mælir til at játta tíggju milliónir krónur um árið til at betra um súkklumøguleikarnar.
Hesin peningur kann brúkast til at stuðla verkætlanum, sum land og kommunur gera í felag saman við Fólkaheilsuráðnum ferðaskrivstovum og øðrum, heldur Landsverk.
Landsverk heldur, at Føroyar hava góðar møguleikar at vera við til at fremja heimsmál nummar trý hjá ST við at stuðla undir eitt rørsluvinarligt undirstøðukervi.
Í árligu nøgdsemiskanningunum hjá Visit Faroe Islands spyrja alsamt fleiri ferðafólk eftir súkklumøguleikum, millum annað súkklubreytum og ferðafólk vilja leiga súkklur.
Landsverk mælir tí til at útbyggja eitt súkklukervi í Føroyum.