Kannabis á veg til Føroya men tað er lógligt

Kannabis á veg til Føroya men tað er lógligt
Kannabis til medisinska nýtslu er á veg til Føroya, tí Apoteksverkið hevur fingið fyrispurning frá lækna um tað
Fólk, sum eru sjúk, brúka kannabis
 
11.07.2019 - 12:42

Kannabis til medisinska nýtslu er á veg til Føroya, tí Apoteksverkið hevur fingið fyrispurning frá lækna um tað.

Apoteksverkið innflytur kannabisið úr Niðurlondum, sigur Hjalti Gunnarstein, landsapotekari.

Danmark hevur ikki loyvi til at útflyta kannabis, sum Danmark keypir úr øðrum londum.

Talan er um kannabis, sum antin kann drekkast sum te, ella andast inn við einum tóli, sum eisini fæst á apotekinum.

Løgtingið hevur samtykt at brúka donsku royndarskipanina at brúka kannabis til medisinska nýtslu í Føroyum.

Skipanin er ikki komin enn. Lógaruppskotið um hana skal í løgtingið fyrst.

Skrásett til medinska nýtslu

Men Heilsumálaráðið hevur biðið Skrásetingarráðið skráseta kannabis, sum nú er á veg til Føroya.

Kannabisið, sum nú er á veg, kemur til Apoteksverkið, sum ger tað klárt at útflýggja apotekunum, sum biðja um tað.

Kannabis fæst longu sum er til medisinska nýtslu í Føroyum. 

Talan er um dropar, trý sløg. 

Sambært einum tali, sum tó er nakrar mánaðir gamalt, brúka 61 fólk í Føroyum hesar droparnar.

Kannabis til medisinska nýtslu fæst bara við ávísing frá lækna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949