- Tíðindi, mentan og ítróttur
Langur bíðilisti hjá Almannaverkinum
Langur bíðilisti hjá Almannaverkinum
149 fólk bíða eftir at fáa nakað at búgva í frá Almannaverkinum

Almannaverkið hevur 149 fólk á bíðilistanum við fólki, sum vilja hava okkurt at búgva í.
08.07.2019 - 12:46
149 fólk bíða eftir at fáa nakað at búgva í frá Almannaverkinum.
21 fólk hava tó frammanundan bústað hjá Almannaverkinum, men vilja flyta í annan bústað hjá Almannaverkinum.
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, sigur í svari til Sonju Jógvansdóttur, løgtingskvinnu, at í mai í ár vóru 149 fólk á bíðilistanum hjá Almannaverkinum.
Eyðgunn Samuelsen sigur, at seinastu fýra árini eru gjørd 62 búpláss og 18 umlættingarpláss.
Ymiskt verður gjørt fyri at útvega bústaðir.
Millum annað ætlar Almannaverkið at leiga frá privatum veitara, sum byggir og innrættar bústaðir.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV