Føroyar vunnu stórsigur á Norra

Føroyar vunnu stórsigur á Norra
U17 landsliðið í hondbólti hevur bukað Norra av
 
01.07.2019 - 12:36

U17-dreingjalandsliðið í hondbólti hevur fyri løtu síðan vunnið greiðan sigur á Norra.

Føroyar vunnu heili 32-22. Hálvleiksstøðan var 20-8 til Føroyar.

Landsdysturin varð spældur í Gøteborg í Svøríki, har Føroyar eru við í European Open kappingini.

Føroyska liðið skal longu aftur á vøllin seinni í dag, tá er mótstøðuliðið Spania.

Tann dysturin byrjar klokkan 17.15. FM 1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum

Evropeiska hondbóltsfelagsskapurin, EHF, stroymir dystirnar beinleiðis. Dystirnir kunnu síggjast beinleiðis á heimasíðu teirra.

Hini londini í bólkinum hjá Føroyum eru Ísrael, Estland og Georgia.

Føroyski hópurin:

Pauli Jacobsen Skanderborg málverji
Brandur Silvurstein Skjern málverji
Baldur Gillason Skjern vinstri vongur
Janus Dam Djurhuus Skjern vinstri vongur
Kristoffur Bjørgvin Oure vinstri vongur
Bogi Hansen Skjern høgri vongur
Hákun West av Teigum Skanderborg høgri vongur
Pauli Mittún Skjern vinstri bakkur
Ovi Lutzen Kyndil vinstri bakkur
Elias Ellefsen á Skipagøtu Skanderborg spælskipari
Rói Ellefsen á Skipagøtu Ikast/KFUM spælskipari
Brian Slyne Skjern høgri bakkur
Sveinur Olafsson H71 høgri bakkur
Ragnar Karlsson Oure strikuspælari
Viktor Gaini Vies strikuspælari
Sakir Tróndarson Frýdals H71 strikuspælari

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947