Einki loyvi givið ferðafólki at fiska her

Einki loyvi givið ferðafólki at fiska her
Fiskiskapur hjá útlendskum ferðafólki kemur ikki undir ásetingina í lógini um sjófeingi um veiðu til húsbrúks, sum lógin annars heimilar
Brimil var í Porkeri leygardagin og tók týsk ferðafólk, sum fiskaðu har.
 
12.06.2019 - 12:56

Útlendsk ferðafólk hava einki loyvi fingið at fiska í føroyskum sjógvi.

Fiskiskapur hjá útlendskum ferðafólki kemur ikki undir ásetingina í lógini um sjófeingi um veiðu til húsbrúks, sum lógin annars heimilar.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur svarað Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, um fiskiskap hjá útlendskum ferðafólki í Føroyum.

Útlendingar kunnu ikki fiska til húsbrúks í Føroyum. 

Tað er ein serstakur aldagamal rættur hjá føroyingum at gagnnýta okkara egna tilfeingi til egið húsarhald. 

Tað er ikki ein rættur hjá øllum heiminum at fiska í okkara sjógvi, sigur Høgni Hoydal.

Hann sigur, at serstakt loyvi krevst til fiskiskap í sambandi við ferðavinnu. Tað er ásett við lóg, - og einki slíkt loyvi er givið, sigur Høgni Hoydal.

Hann sigur eisini, at Vørn hevur staðfest, at kortini er skipaður ferðavinnufiskiskapur.

Týskarar í Porkeri

Leygardagin var Brimil á Porkeri og tók har fýra bátar við týskum ferðafólki, sum fiskaðu uttan neyðugu loyvini. 

Sambært skiparanum á Brimli greiddu týskararnir frá, at teir skuldu hava fiskin við sær til Týsklands.

Týsku ferðamenninir leiga bátar frá føroyingum, og myndugleikarnir skulu nú eisini taka støðu til, um føroyingarnir skulu sektast fyri teirra lut í fiskiskapinum.

Ein nýggjur táttur í fiskiskapi við Føroyar kom undan kavi, tá Kári P. Højgaard spurdi Høgna Hoydal um fiskiskap hjá útlendskum ferðafólki.

Kári P. Højgaard sigur, at hann í fjør heyst gjørdi landsstýrismannin í fiskivinnumálum varugan við, at hann hevði fingið at vita frá einum suðuroyingi, at útlendingar leigaðu sær bát at rógva út avmarkað tíðarskeið. 

Teir vóru væl útgjørdir, arbeiddu fiskin sjálvir og høvdu fiskin við sær av landinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta Í Norðskála kirkju
188169
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151