- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flogvanlukka í Íslandi
Flogvanlukka í Íslandi
Trý fólk lótu lív og tvey fingu álvarsligan skaða, tá eitt lítið ferðafólkaflogfar datt niður í Íslandi í gjárkvøldið
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/flogfar_2.png?itok=bjWLYzyH)
Mynd: Fréttablaðið
10.06.2019 - 15:43
Eitt lítið ferðafólkaflogfar datt í gjárkvøldið niður nærindis flogvøllinum í Fljótshlíð á Suðurlandinum í Íslandi. Trý fólk lótu lív og tvey fingu álvarsligan skaða í flogvanlukkuni.
Myndugleikarnir fingu fráboðanina um hálvgum níggjutíðina í gjárkvøldið, og tá bjargingarlið og sjúkrabilar komu á staðið, var eldur í øðrum vonginum á flogfarinum.
Flogfarið er skrásett í USA, men íslendskur ríkisborgari eigur tað, skrivar Fréttablaðið.
Flogfarið er nú flutt inn í eina høll, har tað verður kannað. Kanningararbeiðið fer at taka nakrar vikur, sigur Ragnar Guðmundsson, starvsfólk á kanningardeildini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV