- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bíða í tíggju dagar afturat

Fæst ikki ein semja í seinasta lagi um tíggju dagar, tann 13.juni, verður málið tikið upp til dóms.
Roynt verður enn at finna semju í málinum millum Kjartan Thomassen, fyrrverandi stjóra, og Elektron.
Málið hevur verið í Føroya rætti.
Dómarin heitti tá á partarnar um at gera semju.
Ikki røtt viðferð
Dómarin segði, at Elektron gav ikki Kjartani Thomassen rætta viðferð, tá hann varð sagdur úr stjórastarvi sínum í 2016.
Hann fekk ikki somu fráfaringaravtalu sum onnur hava fingið frá Elekton.
Sakførarin hjá Kjartani Thomassen, Jens Bertel Rasmussen, sigur, at teir hava roknað út, hvussu nógvar pengar, Kjartan Thomassen eigur til góðar.
Útrokningin er gjørd eftir tí, sum dómarin segði, at ein møguligur dómur fer at siga.
Jens Bertel Rasmussen sigur, at teir hava ikki fingið svar frá Elektron.