- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søkja eftir skúlastjóra til eftirskúla
Søkja eftir skúlastjóra til eftirskúla
Nú verður søkt eftir stjóra til Føroya eftirskúla á Tvøroyri

Føroya eftirskúli er á Tvøroyri.
01.06.2019 - 10:58
Nú verður søkt eftir stjóra til Føroya eftirskúla á Tvøroyri.
Skúlin byrjar í august.
Bygnaðarliga er skúlin skipaður sum eitt 10. floks og 11.floks tilboð við serstøkum breytum.
Eftirskúlin hevur samstarv við Tvøroyrar skúla.
Skúlin hevur eisini næmingaheim á Tvøroyri.
Fyrsti skúlastjórin skal mynda og skipa byrjanina hjá Føroya eftirskúla, millum annað, hvussu skúlin skal innrættast, og hvussu undirvísingin verður.
Skúlastjórastarvið verður sett 1.juli, ella so skjótt sum til ber.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV