- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sethúsini kosta meira og meira
Sethúsini kosta meira og meira
Sethúsaprísirnir halda fram at vaksa í fyrsta ársfjórðingi í 2019

Sethúsini kosta nógv í Føroyum.
01.06.2019 - 10:29
Sethúsaprísirnir halda fram at vaksa í fyrsta ársfjórðingi í 2019.
Tað stendur millum annað í tíðindum, sum Føroya Váðaráð sendi út seinnapartin í gjár, eftir at ráðið hevði hildið sín sætta fund, síðani tað varð stovnað.
Seinastu tíðina eru serliga prísirnir í størri bygdunum vaksnir nógv, men sethúsaprísirnir vaksa eisini í Tórshavn, skrivar váðaráðið.
Sambært hagtølum hjá Betri var miðalprísurin fyri sethús í Havn 4. ársfjórðing í 2018 2,74 milliónir, fyri sethús í størri bygdum 1,42 milliónir og fyri sethus í smærri bygdum 962.000 kr.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV