- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fríðrikur krúnprinsur í Føroyum í dag
Fríðrikur krúnprinsur í Føroyum í dag
Er í Klaksvík til Royal Run, men fær ikki runnið sjálvur

Mary krúnprinsessa er ikki við manninum í Føroyum í dag.
01.06.2019 - 10:36
Fríðrikur krúnprinsur kom til Føroya í morgun.
Hann er við í Royal Run í Klaksvík og fór til Klaksvíkar við tyrlu.
Krúnprinsurin fær tó ikki runnið sjálvur, tí hann hevur fingið ein diskusprolaps.
Royal Run byrjaði klokkan tíggju minuttir í hálvgum ellivu við setanarrøðu.
Fríðrikur krúnprinsur fer aftur til Danmarkar seinnapartin í dag.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV