Bumbuspreinging í Lyon

Bumbuspreinging í Lyon
Franska løgreglan hevur almannakunngjørt eina mynd av manninum, sum hon heldur, framdi bumbuálopið í Lyon í gjár
 
25.05.2019 - 09:45

Yvirgangs-kanningararbeiði er í gongd, eftir at í minsta lagi sjey persónar fingu skaða í eini spreinging, - helst eini pakkabumbu, í gongugøtuni í franska býnum, Lyon. Bumban brast um nátturðatíð í gjárkvøldið.

Franska blaðið, Le Figaro, skrivar, at ein maður er undir illgruna fyri at hava framt atsóknina. Maðurin er í 30-unum, og var á súkklu.

Macron: – Spreingingin eitt álop

Løgreglan kannar nú upptøkur frá vakmyndatólum, og myndin av manninum, sum løgreglan hevur almannakunngjørt, er frá einum av vakmyndatólunum.

Stór óvissa er um, hvussu nógv fingu skaða av spreingingini  alt frá átta til 13 fólk, men tíðindastovan AP og fleiri franskir miðlar minkaðu í gjárkvøldið talið niður í sjey. Millum annað ein átta ára gomul genta hevur fingið løstir.

Emmanuel Macron, forseti, sigur, at spreingingin er eitt álop. Hann segði einki um, at nakar hevði latið lív, skrivar AFP. Talan skal verða um pakkabumbu, sum varð fylt við skrúvum og seymum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878