- Tíðindi, mentan og ítróttur
Theresa May leggur frá sær 7. juni
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/theresa_may-23052017.jpg?itok=U5ayYTv-)
Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, varð rørd, tá hon fyri lítlari løtu síðani boðaði frá, at hon leggur frá sær sum forsætisráðharri í Bretlandi 7. juni.
Tað var uttan fyri Downing Street nummar 10, at Theresa May boðaði frá, at hon leggur frá sær, skrivar bretska kringvarpið, BBC, á Twitter.
Greinin heldur fram niðanfyri
Theresa May to quit as Conservative leader on 7 June, paving way for contest to decide new UK prime minister https://t.co/ecGT8c1zqF
— BBC Breaking News (@BBCBreaking) May 24, 2019
May hevur verið undir hørðum trýsti seinastu dagarnar, eftir at hon legði eitt nýtt uppskot um brexit fyri undirhúsið. Uppskotið letur upp fyri møguleikanum at hava eina nýggja fólkaatkvøðu um brexit.
Einki bendir á, at hetta uppskotið verður samtykt, hóast forsætisráðharrin hevur dyrgt eftir at fáa Labour-flokkin at atkvøða fyri. Frammanundan hevur undirhúsið tríggjar ferðir vrakað uppskotið um avtaluna, sum Theresa May hevur gjørt við ES um brexit.