- Tíðindi, mentan og ítróttur
Suðuroyggjar vitja Suðuroynna

Ráðharrar og embætismenn úr Suðuroyggjum í Skotlandi hava vitjað í Suðuroynni, í Vági.
Hetta eru ráðharrar og embætismenn, sum millum annað varða av arbeiðinum við menning í Hebridunum, sum Suðuroyggjar eisini eita.
Teir hava hoyrt um Ítróttaháskúlan, Páls høll og Marghøllina og arbeiðið at menna ferðavinnuna og aðrar verkætlanir í Vági, skrivar Vágs kommuna.
Orsøkin til vitjanina í Vági var at leita sær íblástur til arbeiðið við menning í Hebridunum.
Suðuroyggjar kunnu samanberast við Suðuroynna. Fólkatalið minkar, og ungdómurin flytur og kemur ikki aftur.
Í Suðuroyggjum er tí byrjað eitt menningararbeiði, sum millum annað skal fáa tey ungu at flyta heimaftur.