- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samtykt at gera partalagssáttmála við Bústaðir

Býráðið í Tórshavnar kommunu samtykti í gjárkvøldið, at umsitingin hjá kommununi arbeiðir víðari við at nágreina samstarvið við Bústaðir um bygging á Frúutrøð í einum partalagssáttmála.
Býráðið samtykti eisini eitt uppskot frá meirilutanum í Fíggjarnevndini um, at nakrar íbúðir skulu markast til eldri fólk.
Uppskotið um byggingina á Frúutrøð varð samtykt við atkvøðubýtinum sjey-seks.
Býráðið samtykti at lata 400.000 kr. til millum annað masterplan, boriroyndir og kunnandi tilfar til grannarnar.
Samráðingar við Bústaðir
Eftir samráðingar við Bústaðir hevur býráðið valt eina loysn, sum eitur 2.700 bygdir fermetrar. Í loysnini eru 34 íbúðir, sum eru 70 fermetrar í tveimum hæddum.
Parkeringarkjallari verður í einari hædd til 70 akfør, og í tveimum hæddum til 140 akfør.
Musikkskúlin er ikki við í hesari loysnini. Hann verður varðveittur, og skal kanska brúkast sum borgarahús ella býarsavn.
Í august í fjør bjóðaði Tórshavnar kommuna samtøkum at vera við í undangóðkenning at byggja, fíggja og umsita íbúðir á Frúutrøð í Havn.
Toymi, skipað við ráðgevum, byggivinnuni, íleggjarum og eisini fólkum ella fyritøkum, sum kunnu umsita leiguíbúðir, kundu søkja um undangóðkenning.
Men eingin søkti.
Fýra uppskot
Tá var talan um 50 íbúðir. Helvtin skuldi vera leiguíbúðir, hin helvtin lutaíbúðir og eigaraíbúðir.
Annika Olsen, borgarstjóri, helt tá, at kanska vóru ov nógvar bindingar og treytir í verkætlanini.
Fyrst i hesum árini vístu Bústaðir áhuga fyri verkætlanini.
Bústaðir høvdu fýra uppskot, úr 12 upp í 34 íbúðir. Í øllum uppskotunum er talan um 70 fermetrar í tveimum hæddum.
Men Bústaðir hava ikki pengar at byggja fleiri íbúðir enn tær, sum longu eru farnar í gongd.
Tí lógaruppskotið, sum skuldi geva Bústøðum heimild at læna 250 milliónir krónur afturat at byggja fyri, kom ikki úr nevnd, áðrenn løgtingið fór í summarfrí.