- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oljuprísurin fellur
Oljuprísurin fellur
Prísurin fyri eina tunnu av olju úr Norðsjónum kom í gjár undir 70 dollarar
24.05.2019 - 09:49
Oljuprísurin er fallin nógv seinastu tíðina. Í gjár, hósdagin, var fallið somikið stórt, at ein tunna av olju úr Norðsjónum kostar undir 70 dollarar.
Síðani 16. mai er oljuprísurin lækkaður fýra prosentstig. Hildið verður framvegis, at óvissan um handilsviðurskiftini ímillum USA og Kina, er ein av orsøkunum til, at oljuprísurin fellur aftur.
Í gjár varð almannakunngjørt, at goymslurnar av olju í USA er væl hægri, enn roknað varð við. So skjótt sum tað var almannakunngjørt, byrjaði oljuprísurin at falla.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV