- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjasta uppskotið fær kaldliga móttøku
Nýggjasta uppskotið hjá Theresu May, forsætisráðharra í Bretlandi, um brexit, fær kaldliga móttøku frá teimum, sum higartil hava atkvøtt ímóti avtaluni.
Í gjár legði Theresa May fyri fjórðu ferð eitt uppskot fyri undirhúsið, um hvussu Bretland kann fara úr ES.
Labour fer ikki at atkvøða fyri
Politiskir eygleiðarar siga, at uppskotið er lagað soleiðis til, at forsætisráðharrin væntar, at andstøðuflokkurin Labour kann taka undir við tí.
Millum annað verður latið upp fyri møguleikanum at hava nýggja fólkaatkvøðu um brexit og eitt tættari handilssamstarv við ES, enn bretska stjórnin higartil hevur viljað.
Men Labour-leiðarin, Jeremy Corbyn, sigur, at Labour fer ikki at atkvøða fyri uppskotinum.
Corbyn: – Uppskotið er eitt uppkók
Corbyn sigur, at uppskotið er eitt uppkók, sum tann tekur til, av sjónarmiðum, sum stjórnin hevur havt í samráðingunum við Labour, ið slitnaðu í síðstu viku.
Líkt er heldur ikki til, at konservativu parlamentslimirnir, sum higartil hava atkvøtt ímóti brexit-avtaluni, hava broytt støðu.
Norðurírski stuðulsflokkurin hjá stjórnini, DUP, sigur, at eisini í hesum uppskotinum verða gjørd somu mistøk sum í hinum málunum, ið parlamentið hevur vrakað.