- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanna hvar grótið kann fara

Klaksvíkar kommuna varð eisini biðin um at vísa á støð í kommununi, har avlopsgrótið úr tunlunum norður um Fjall kann leggjast.
Sambært gerðabókini frá býráðsfundinum 2. mai, hevur Landsverk upplýst, at tunnilsarbeiðið kann byrja um árskiftið 2020/2021, um politisk undirtøka er fyri málinum.
Málið sendast friðingarmyndugleikunum
Landsverk fer í næstum at senda málið til friðingarmyndugleikan, og tá skal Landsverk vísa á ætlan fyri, hvussu farið verður fram við avlopstilfari frá verkætlanini.
Útrokningar vísa, at einir 430.000 rúmmetrar av gróti fáast úr báðum tunlum. Ymiskar verkætlanir hava verið umrøddar, og eisini ymisk støð, har grótið kann leggjast.
Eitt nú umkoyringarvegurin undir Kjøli, at víðka bátahyling í Árnafirði, Grønhøvdi, byrgingin um Haraldssund og Norðhavnin, stendur í gerðarbókini.