- Tíðindi, mentan og ítróttur
British Steel farið í gjaldsteðg
British Steel farið í gjaldsteðg
Næststørsti stálframleiðarin í Bretlandi fór í gjaldsteðg í dag, eftir at samráðingar millum stjórnina og eigararnar endaðu úrslitaleysar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/british-steel.jpeg?itok=xiLL75vz)
Stálframleiðarin British Steel er farin í gjaldssteðg. Her ein av verksmiðjunum hjá fyritøkuni í Scunthorpe í Bretlandi
Mynd: Savnsmynd (AP)
22.05.2019 - 18:16
Umleið 25.000 arbeiðspláss eru í vanda, nú felagið British Steel er farið í gjaldsteðg.
AFP-tíðindastovan sigur, at Greg Clark, orku og ídnaðarmálaráðharri, hevur roynt at fingið avtalu við Greybull Capital, sum eigur British Steel, um at tryggja raksturin, men tað miseydnaðist.
Jeremy Corbyn, foraður í Arbeiðaraflokkinum, skeyt upp í gjár, at tað almenna eigur at yvirtaka British Steel, fyri at tryggja øll 25.000 arbeiðsplássini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV