Val útskrivað í Eysturríki

Val útskrivað í Eysturríki
Sebastian Kurz, kanslarin í Eysturríki, fer nú at útskriva val. Hetta segði hann til tíðindafund í gjárskvøldið
 
19.05.2019 - 11:03

Val er útskrivað í Eysturríki, og hetta kemst av, at varakanslarin í stjórnini hevur lagt frá sær. Hetta gjørdi hann, tí hann varð avdúkaður fyri mutur. 

Strache kom í politiskt ódnarveður, eftir at týsku bløðini, Der Spiegel og Suddeutsche Zeitung, í gjár almannakunngjørdu videoupptøkur, har Strache eftir øllum at døma bjóðar einum russiskum ríkmanni almennar sáttmálar aftur fyri politiskan stuðul.

Sebastian Kurz, kanslari í Eysturríki, segði tískil, at tað er umráðandi at fáa greið boð frá veljarum, um hvør skal leiða landið víðari. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342