- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil hava meirilutastjórn eftir fólkatingsvalið
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/60a17a762329c9473ea48c13034fef8b.png?itok=iWi_4_Qs)
Besta úrslitið av fólkatingsvalinum 5. juni hevði verið, um Danski fólkaflokkurin, Vinstri og Javnaðarflokkurin skipa stjórn.
Tað sigur Pia Kjærsgaard úr Danska fólkaflokkinum, sum er stuðul hjá borgarligu stjórnini, í samrøðu við Berlingske.
Pia Kjærsgaard er eisini forkvinna í fólkatinginum.
Óstøðug politisk viðurskifti
Pia Kjærsgaard sigur, at politiska støðan í Danmark er óstøðug, og tí er neyðugt at leggja allan taktikk og ósemjur til viks og finna eina politiska loysn, sum er tann besta fyri landið.
- Tað einasta rætta er, at vit tríggir flokkarnir skipa eina meirilutastjórn eftir valið. Tað er tað besta at gera í løtuni. Viðurskiftini høvdu verið støðugari, og vit kunnu fáa nógv á skaftið, sigur Pia Kjærsgaard við Berlingske.
Pia Kjærsgaard, sum er fyrrverandi forkvinna í Danska fólkaflokkinum, sigur, at ruðuleiki valdar, tí flokkarnir, sum eru ytst á hvørjum veingi, seta so stór krøv.
Løkke vil hava SV-stjórn
Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, nevndi fyrr í vikuni møguleikan fyri, at Vinstri og Javnaðarflokkurin skipa stjórn eftir valið.
Men Mette Frederiksen, forkvinna í Javnaðarflokkinum, hevur víst aftur at skipa stjórn saman við Vinstra.
Hon heldur fast um ætlan sína um, at Javnaðarflokkurin skal skipa stjórn einsamallur eftir valið og samstarva við báðar veingir í fólkatinginum.
Pia Kjærgaard vísir ikki aftur, at Danski fólkaflokkurin kann taka undir við, at Vinstri og Javnaðarflokkurin skipa samgongu, men hon heldur, at radikali flokkurin fer at fáa ov stóra ávirkan á útlendingapolitikkin.