- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lítil orkusparing við summartíð
Lítil orkusparing við summartíð
Í Grønlandi er lógarnevndin samd um at strika summartíð
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2019-05-14-08h47m41s235.png?itok=2cmYOw0D)
13.05.2019 - 20:00
Lógarnevndin sigur millum annað, at orkusparingin við summartíðini er avmarkað, tí í dag brúkar tú minni streym til ljós enn fyrr eftir at spariperur og ledperur eru komnar á marknaðin.
Mátingar í Damnark vísa, at summartíðin sparir eitt prosent í samlaðu elnýtsluni. Men grønlendska landsstýrið er í móti, tí onnur lond, sum Grøland samstarvar við, brúka eisini summartíð.
Uppskotið er á skrá í Landstinginum í morgin, skrivar Sermitsiaq. Demokraturin, Justus Hansen, hevur lagt uppskotið fram.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV