- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søkja eftir 9 kommunulæknum
Heilsutrygd lýsir nú eftir 9 kommunulæknum til 4 læknadømi. Størvini verða sett frá 1. august 2019 ella eftir nærri avtalu við Heilsutrygd.
Í Norðoya læknadømi er eitt starv leyst at søkja.
Eitt starv í viðtalu 2 á Læknamiðstøðini í Klaksvík. Umleið 1700 borgarar eru í viðtaluni.
Í Suðurstreymoyar læknadømi eru fýra kommunulæknastørv leys at søkja - eitt starv á Berjabrekku og trý størv í Kirkjustræti. Eitt starv í viðtalu við umleið 1.200 borgarum. Viðtalan fer at halda til í nýggju hølunum í Kirkjustræti. Talan er um eitt heilt nýtt starv, sum ikki hevur verið mannað áður. Ætlanin er, at viðtalan letur upp á fyrsta sinni í august.
Eitt starv í viðtalu við umleið 1.800 borgarum. Viðtalan flytur í summar av Frúutrøð í Kirkjustræti. Ætlanin er, at viðtalan flytur niðan í Kirkjustræti fyrst í september.
Eitt starv í viðtalu við umleið 1.550 borgarum. Viðtalan flytur í summar úr Miðlon í Kirkjustræti. Ætlanin er, at viðtalan flytur niðan í Kirkjustræti fyrst í september.
Eitt starv í viðtalu í Berjabrekku við umleið 1.200 borgarum. Talan er um viðtalu, ið flytur úr Miðlon niðan í Berjabrekku.
Í Suðuroyar læknadømi eru tvey kommunulæknastørv leys at søkja. Eitt starv er á Tvøroyri og eru umleið 1.300 borgarar knýttir at viðtaluni. Eitt starv er í Vági og eru umleið 1.000 borgarar knýttir at viðtaluni.
Í Skálafjarðar læknadømi eru tvey størv leys at søkja. Eitt starv er í Heilsudeplinum í Runavík við umleið 1.400 borgarum. Eitt starv, sum fyribils er staðsett í viðtaluni á Strondum við umleið 1.400 borgarum.
Umsóknarfreistin er 27. mai 2019, kl. 12.00, sæst í starvslýsingini frá Heilsutrygd.