- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fátæk í India fáa nú ókeypis læknahjálp
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/india-fataekradomi.jpg?itok=TiPEM14a)
Fyri hálvum ári síðani setti indiska stjórnin í verk heilsuátakið Ayushman Bharat, har landsins fátækastu kunnu søkja um at fáa heilsukort, sum veitir upp til 500.000 rupees, sum svarar til 47.800 krónur í stuðli til viðgerð og heilivág.
Í India eru læknaviðtalur ókeypis. Men almenni heilsugeirin er vánaligur og ovbyrjaður, tí India í fleiri ár hevur gjørt ov fáa íløgur í almenna heilsu.
6.000 privatar klinikkir við í skipanini
Eydnast tað at fáa læknaviðtalu, skal tann sjúki kortini sjálvur rinda heilivág, og tað hava nógv fátæk ikki ráð til, heldur ikki serviðgerð ella innlegging á sjúkrahús.
Minni enn fimti hvør indari hevur teknað privata heilsutrygging, og tí verður hildið, at nýggja skipanin fer at fáa stóran týdning fyri fólkaheilsuna.
Almenn sjúkrahús og umleið 6.000 privatar klinikkir eru við í skipanini. Higartil hava meira enn 20 milliónir indarar fingið kortið, og 1,4 milliónir hava fingið viðgerð ókeypis.