- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgreglan á flogvøllinum í Bergen vil bera vápn
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/bergen_flesland.jpg?itok=Jwdh-HUR)
Løgreglan á flogvøllinum í Bergen vil hava loyvi at bera vápn. Umsóknin er send løg- og tilbúgvingarmálaráðnum, sum skal taka støðu til, um løgreglan fær sín vilja.
Orsøkin til umsóknina er samanblanding av hóttanarstiginum og at løgreglan hevur altjóða skyldur í sambandi við trygdina á flogvøllum, skrivar norska løgreglan í tíðindaskrivi.
Nýggi flogvallarterminalurin á Flesland ber í sær størri frástøður, og um nakað hendir, skal løgreglan kunna svara aftur sum skjótast. Ongar beinleiðis hóttanir eru móti flogvøllinum í Bergen, leggur løgreglan dent á.
– Hetta er fyribyrgjandi tiltak. Ferðandi á Flesland skulu ikki bera ótta fyri trygdini, sigur politimeistarin, Kaare Songstad.