- Tíðindi, mentan og ítróttur
Talið av próvtøkusviki nógv vaksið í Noregi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/skuli_undirvising.jpg?itok=XNVpW7lo)
Sentio hevur gjørt kanningina fyri norska studentarfelagsskapin, NSO, og Universitas. Fyri níggju árum síðani spurdi Universitas sama spurning, og tá svaraðu bara fimm prosent - altso ein av 20, at tey høvdu svikað. Hóast talið er vaksið, heldur Sentio, at fleiri svika, enn tey, sum hava svarað í kanningini.
- Tað er lættari at svara "ongantíð", enn at viðganga, at tú hevur svikað. Her eru helst myrkatøl, sigur Arve Østgård í Sentia.
Síðsta lestrarár vórðu 29 lesandi á lærda háskúlanum Oslo Met tiknir fyri at hava svikað, og talið hevur ligið javnt seinstu árini. Tað vanligasta er at skriva av, men eisini at lesandi hava brúkt hjálpiamboð, sum ikki eru loyvd.
Á lærda háskúlanum í Oslo - UiO, er talið munandi hægri. Í fjør vóru 64 mál um svik fráboðað. Ikki færri enn 56 av hesum málum vórðu avdúkað við hjálp frá URKUND, sum er skipan, sum sjálvvirkandi kannar innlatnar tekstir fyri ritstuldur.
"Klipp & líma" er mest nýtti mátin at svika. Nógv verður tikið av heimasíðum, men eisini greinar og tekstir frá prentaðu miðlum.
UiO hevur tríggjar sektir fyri próvtøkusvik: - at royndin verður ógildað ella at viðkomandi verður útihýstur í eitt ella tvey semestur, skrivar NTB.