Víðgongd tilreiðar at nýta harðskap

Víðgongd tilreiðar at nýta harðskap
24.000 høgraekstremistar eru í Týsklandi í dag og meira enn helvtin er tilreiðar at brúka harðskap, metir Innanríkisráðið.
Angela Merkel hevur fordømt útsøgnina hjá formanninum í AFD um at "Hitler og nazistastýrið eru bara eitt lítið fuglaskvetti í 1000-ára stóru søgu Týsklands".
 
04.05.2019 - 12:33

Týsku myndugleikarnir siga, at eini 12.700 víðgongdir týskarar ytst á høgravonginum eru tilreiðar at brúka harðskap fyri at fremja síni sjónarmið.

BBC skrivar, at tølini koma fram í svari til ein fyrispurning frá FDP, sum er liberali flokkurin í Bundesdegnum. Innanríkisráðið er komið við metingini, sum sigur, at eini 24.000 høgraekstremistar eru í Týsklandi í dag, og at meira enn helvtin er tilreiðar at brúka harðskap.

Størsti jødiski felagsskapurin í Týsklandi fíltist í vikuni á, at myndugleikarnir loyvdu einari skrúðgongu hjá høgraekstremistum mikudagin í býnum Plauen við fleiri hundrað luttakarum. Tey bóru kyndlar og fløgg við áskriftini "Heldur sosialt rættvísi enn kriminellar útlendingar". Plauen liggur í týska landspartinum, Sakslandi, og tað var har, at jødiska synagogan varð brend í grund av nazistunum í 1938.

Høgravíðgongda gongan var mikudagin, dagin fyri minningardagin um Holocaust og Linke, sum er flokkur á vinstravonginum fíltist á, at "nazistar í hermannabúna sluppu at marsjera við kyndlum og trummum".

Ytsti høgravongurin hevur undanvind í Týsklandi, nú Alternatife fur Deutschland er størsti andstøðuflokkur í týska Samveldistinginum, og fleiri bólkar enn longri úti á høgravonginum eru í vøkstri. 

- Hitler og nazistastýrið eru bara er eitt lítið fuglaskvetti í 1000-ára stóru søgu Týsklands, segði formaðurin í AFD í eini røðu fyri ungdómsdeildini hjá flokkinum. Útsøgnin bleiv fordømd av m.a. Angelu Merkel, samveldiskanslara.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Skratsj 12. februar 2025
187684
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497