- Tíðindi, mentan og ítróttur
Høvuðsstaður søkkur - nú má hann flytast
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/jakarta_-_associated_press.jpg?itok=MIs6HtDM)
Forsetin í Indonesia, Joko Widodo, sum herfyri varð afturvaldur sum forseti í landinum, hevur boðað frá, at høvuðstaðurin skal flytast, tí hann søkkur 25 sentimetrar um árið, og tann gongdin kann ikki halda fram.
Jakarta er ein av heimsins størstu býum, og har búgva um 30 milliónir fólk. Stór tilflyting hevur verið seinastu árini, og tað hevur havt við sær, at grundvatnið verður tráðnýtt, og tí fellur jørðin undir býnum saman.
Gongdin kann ikki halda fram, og tí hevur stjórnin gjørt av, at flyta høvuðstaðin av oynni Java, til eina aðra oyggj, men einki verður sagt um, hvørja oyggj talan er um.
Býurin undir í vatni í 2050
Í Indonesia búgva 261 milliónir fólk, og 145 milliónir búgva á Java, hóast oyggin bert er 7,2 prosent av lendinum í landinum.
Norðrari parturin av Jakarta, sum liggur út ímóti havinum, er sokkin 2,5 metrar seinastu 10 árini, og tí er stórur partur av økinum undir í vatni, skrivar BBC.
Heldur gongdin fram, so verður næstan allur býurin undir í vatni í 2050. Tað fer at taka eini 10 ár at flyta høvuðsstaðin, sigur ætlanarráðharrin í landinum.