- Tíðindi, mentan og ítróttur
Barsilsfarloyvið verður nú longt

Barsilsfarloyvið er nú longt upp í 48 vikur. Tað samtykti løgtingið við triðju viðgerð fyrrapartin. Barsilsfarloyvið var 46 vikur frammanundan
Løgtingið samtykti samstundis, at foreldrini skulu gera av, hvussu tey nýta barsilsfarloyvið. Tað samtyktu 17 løgtingsfólk, meðan 16 vóru ímóti.
Mæltu til at broyta uppskot
Í uppskotinum, sum varð lagt fyri løgtingið, varð mælt til, at onnur vikan skuldu markast til pápan, meðan hina vikuna skuldu foreldrini taka avgerð um.
Meirilutin í Rættarnevndini mælti til, at broyta uppskotið, so foreldrini sjálvi gera av, hvussu tey nýta tær tvær vikurnar, sum nú eru lagdar aftrat barsilsfarloyvinum. Tað samtykti løgtingið.
Ruth Vang, tingkvinna hjá Framsókn, upplýsti í løgtinginum, at ætlanin var, at báðar vikurnar skuldu markast til pápan, men tað var ikki semja um í landsstýrinum.
Broyting varð samtykt
Tí varð ein semja gjørd, sum segði, at onnur vikan skuldi markast til pápan, meðan foreldrini sjálvi skuldu gera av, hvussu hin vikan skuldi nýtast.
Meirilutin í Rættarnevndini segði seg vera av tí sannføring, at foreldrini eru tey, sum sjálvi skulu avgera, hvussu hesar báðar vikurnar skulu skipast, og legði tí eitt broytingaruppskot fram um tað.
Meirilutin vísti á, at við broytingini kunnu foreldrini avtala sínámillum, hvør av teimum brúkar tær báðar vikurnar, sum barsilsfarloyvið nú verður longt. Tann broytingin varð samtykt.