Nakrar milliónir færri fyri umlættingarheim

Nakrar milliónir færri fyri umlættingarheim
Tað eydnaðist umsitingini hjá Tórshavnar kommunu at spara nakrar milliónir krónur, nú umlættingarheim skal byggjast við Rólantsgøtu í Hoyvík
Býráðið í Havn hevur nú samtykt at taka av tilboði um endurvenjingarmiðstøð í Hoyvík.
 
29.04.2019 - 12:27

Tað eydnaðist umsitingini hjá Tórshavnar kommunu at spara nakrar milliónir krónur, nú umlættingarheim skal byggjast við Rólantsgøtu í Hoyvík.

Heimið kostaði 84 mió. kr., men er nú farið beint undir 80 milliónir.

Fermetraprísurin er nú 37.000 kr., og tá er alt við.

Meirilutin í býráðnum samtykti fyri einum mánað síðani at samráðast við byggifelagið MT Højgaard um umlættingarheimið og endurvenjingarmiðstøðina í Hoyvík.

Ætlanin var millum annað at fáa prísin niður.

Málið var fyri aftur á býráðsfundi mikukvøldið og varð tá samtykt við átta atkvøðum.

Byggingin varð boðin út í innbodnari lisitasjón. 

Dómsnevndin metti, at MT Højgaard hevði besta tilboðið.

Hini feløgini, sum vórðu boðin við, vóru Húsavarðatænastan og Articon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949