- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sri Lanka: Løgreglan var ávarað
Tað er tíðindastovan Reuters, sum hevur fingið innlit í skjalið.
Sambært skjalinum fyrireikaði ein lutfalsliga ókendur islamistiskur bólkur álopið. Hann kallast Thaweed Jama'ut.
Ávaringin kom 11. apríl frá eini útlendskari fregnartænastu, verður sagt.
Fekk ikki boðini
Men forsætisráðharrin í Sri Lanka fekk ongantíð boðini, og tað er enn ógreitt, hvørji átøk - um nøkur yvirhøvur - vórðu sett í verk orsakað av loyniligu upplýsingini.
Eitt politiskt stríð millum forsetan og forsætisráðharran í Sri Lanka kann hava merkt, at forsætisráðharrin ongantíð fekk ávaringini um álopið á kirkjur.
Forsætisráðharrin Ranil Wickremesinghe er nevniliga hildin uttanfyri øllum trygdar-kunningarfundum, eftir at hann síðsta ár gjørdist óklárur við forsetan Maithripala Sirisena.
Tað segði heilsumálaráðharrin, Rajith Senaratne, á tíðindafundi í gjár. Forsetaskrivstovan vil ikki gera viðmerkingar til ákærurnar.
Bóru seg rætt at
Men sambært einum ráðgeva hjá forsetanum var borið rætt at.
- Okkara fatan er, at ávaringin varð latin trygdarmyndugleikum og løgregluni á rættan hátt, sigur ráðgevin Shiral Lakthilaka við BBC.
Ráðgevin leggur afturat, at forsetin hevur sett eina serliga nevnd við einum hægsta rættardómara á odda at kanna, hvat hendi.
310 fólk lótu lív av bumbuálopinum í Sri Lanka sunnudagin. Sjey sjálvmorðsbumbarar bumbaðu tríggjar katólskar kirkjur og trý hotell.
Allir koma úr Sri Lanka, men myndugleikar halda, at altjóða yvirgangsfelagsskapir hava hjálpt teimum. 40 fólk eru handtikin í málinum.