- Tíðindi, mentan og ítróttur
Víðgongdir jihadistar handan yvirgang
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/independent_0.jpg?itok=cXrCglOd)
Tað vóru sjey sjálvmorðsbumbarar frá felagsskapinum National Towheed Jamaath, sum bumbaðu tríggjar katólskar kirkjur og trý hotell, sambært embætisfólkum í Sri Lanka.
Heilsumálaráðharrin í Sri Lanka, Rajitha Senaratne, sigur, at teir sjey yvirgangsmenninir vóru ríkisborgarar í Sri Lanka, sum hava tilknýti til National Towheed Jamaath. Tað skrivar Independent.
>> SÍ EISINI Yvirgangsatsókn á Sri Lanka
Men eftir øllum at døma hevur islamiski yvirgangsfelagsskapurin fingið hjálp uttanlands. BBC skrivar, at myndugleikarnir í Sri Lanka nú eru sannførdir um, at eitt altjóða netverk hevur stuðlað teimum í yvirganginum.
Talan var um seks bumbuatsóknir, sum raktu tríggjar katólskar kirkjur og trý hotell. Bumburnar brustu undir páskagudstænastunum, har nógv fólk vóru komin saman. Býirnir, sum eru raktir, eru høvuðsstaðurin Colombo, Negombo og Batticaloa.
Higartil er staðfest, at 290 fólk hava latið lív og 500 onnur eru løstað. 24 fólk eru handtikin í sambandi við yvirgangsatsóknirnar.